Logo - Føroya Handilsskúli
Heim    Samband    Síðuyvirlit    Print

Ein liðilig útbúgving á høgum stigi

Akademiútbúgvignin – stytt AÚ – er til rætta til tín, sum hevur fulltíðarstarv og fegin vil hava eina framhaldandi útbúgving. Útbúgvingin er liðilig og kann tískil lagast til títt starv, tíni ynskir og tín tørv. Útbúgvingin er skipað sum parttíðarlestur, har til ber at taka eina samlaða útbúgving ella at taka støk modulir. Tú kann velja ávísa breyt við fleiri valmøguleikum innan breytina. Ella tú kann velja at seta útbúgvingina saman av modulum, ið hava júst tín áhuga.  Bjóða vit ikki tær lærugreinir, sum tú hevur tørv á, ber til at taka lærugreinir á fjarlestri, sí www.netau.dk 

 

Hvørt modul ella lærugrein á útbúgvingi telur 10 ECTS

 

Merkonom...

Tekur tú fýra lærugreinir hevur tú merkonomútbúgving. Um tú tekur eitt modul hvørja lestrarhálvu, er útbúgvingin lokin eftir 2 ár.

 

... ella Akademiútbúgving?

Tekur tú síðani sergrein og endaliga verkætlan, hevur tú Akademiútbúgving. Um tú tekur eitt modul hvørja lestrarhálvu, er samlaða útbúgvingin lokin eftir 3 árum. 

 

Valmøguleikar

Velur tú at taka alla Akademiútbúgvingina, eru ymiskar breytir at velja ímillum. Á Føroya Handilsskúla er í løtuni møguligt at taka læru-greinir innan breytirnar: ”Altjóða Handil og Marknaðarførsla”, ”Búskapur og Tilfeingi” og ”Leiðslu”. Ætlanin er at fara undir breytina Logistikkur í september 2008. 

 

Undirvísingin á Akademiútbúgvingini

Undirvísingin á Akademiútbúgvingini á Føroya Handilsskúla er vanliga eitt kvøld um vikuna fyri hvørja lærugrein. Vanliga verða 3-4 læru-greinir bodnar út hvørja lestrarhálvu. Hvørjir flokkar verða stovnaðir veldst um tilmeldingina. Undirvísingin byrjar í september og februar. Hvør lærugrein er 60 tímar og undirvíst verður tá 4 tímar um vikuna. Roknast kann við at arbeiðsbyrðan er áleið 8-12 tímar um vikuna, íroknað undirvísing, vegleiðing, heimaarbeiði og próvtøku.

 

Støði og vavi á AÚ

Tú kann taka tey seks modulini í útbúgvingini uppá 3 ár. Tað er í vavi av útbúgvingini tað sama sum eitt ára fulltíðarlestur ella 60 ECTS smb. evropeisku stigmetingi fyri hægri útbúgvingar. Útbúgvingin er viðurkend sum ein útbúgving, ið telur 120 ECTS, harav telja vinnu-lívsroyndir 60 ECTS. Stigi fyri útbúgvingina er sostatt sama sum fyri styttri framhaldsútbúgvingar, ið vanliga taka 2 ára fulltíðarlestur.

 

Hvørt modul á útbúgvingini telur 10 ECTS. Talið av undirvísingartímun er vanliga 60 fyri hvørt modul. Tó eru sergrein og endalig verkætlan skipaðar øðrvísi, har er einamest talan um vegleiðing til tann einstaka. Tú kann rokna við at tað er neyðugt at nýta í miðal millum 8-12 tímar um vikuna til hvørt modul. Tá eru undirvísing, heimaarbeiði og próvtøka tald við.

 

Logo - Føroya Handilsskúli Føroya Handilsskúli     Marknagilsvegur 77     FO-100 Tórshavn     Tlf. 31 71 77     Fax. 31 33 74     hsh@hsh.fo